Royna enn einaferð at fáa Norrønu at sigla til Hetlands

Tað er at stroya salt í sárið at síggja hana sigla dygst framvið landið á veg til og úr Danmark

Hetlendingar fara nú at gera eina roynd afturat at fáa Norrønu at sigla til Hetlands. Tað skrivar Shetnews í gjár.

Miðilin skrivar, at í hesum sambandi fara myndugleikarnir í Hetlandi at venda sær til Smyril Line í næstum, har tey eisini ætla at leggja eina ætlan fyri Smyril Line um, hvussu siglingin upp á Hetland kann fáast at forsvara seg fíggjarliga.

Tey vísa á, at í 2002 settu hetlendingar yvir fýra milliónir pund í Smyril line við tí endamáli at hava hana siglandi upp á Hetland. Men í 2007 gavst Norrøna at sigla upp á Hetland og tey halda, at tað er at stroya salt í sárið at síggja hana sigla dygst fram við landið á veg til og úr Danmark.

Tey siga, at tey árini, Norrøna sigldi upp á Hetland kastaði tað eini seks milliónir pund av sær til hetlendska búskapin.