Starvsfólkapolitikkur
Trætan ímillum Tórshavnar Býráð og starvsfólkið hjá býráðnum er ikki loyst enn.
Sostatt er enn ógreitt, hvussu farast skal fram, tá ið starvsfólk hjá býráðnum fara í býin í privatum ørindum í arbeiðstíðini og um tey skulu dragast í løn, tá ið tey fara til lækna ella tannlækna í arbeiðstíðini, ella tá ið tey fara at fylgja líki og talan ikki er um allarnæstu skyldfólk
Men tað er gongd í málinum. Higartil hava tveir fundir verið ímillum býráðið og fakfeløgini, sum umboða starvsfólkið í býráðnum.
Á tí seinna fundinum, sum var mánadagin, skeyt býráðið upp, at sakførararnir hjá báðum pørtum arbeiddu víðari við málinum og komu við uppskotum um, hvussu trætan kann loysast.
Hetta góðtóku fakfeløgini fyrrapartin í gjár.
Bara talan um uppskot
Men Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum, ið umboðar nógv av starvsfólkunum, leggur dent á, at sakførararnir hava bara fingið heimild til at koma við uppskotum. Teir hava ikki fingið heimild til at seta nakað í verk, tí tað verða ongar mannagongdir broyttar, uttan at fakfeløgini góðtaka tað.
Ímeðan sakførararnir stinga høvdini saman, arbeiðir starvsfólkið eftir teirri siðvenjuni, sum hevur verið galdandi í nógv ár. Sostatt verður starvsfólkið ikki drigið í løn, tá ið tey fara í býin í privatum ørindum.
Gunnleivur Dalsgarð leggur eisini dent á, at fakfeløgini hava onki ímoti, at greiðar reglar verða settar í gildi fyri, hvussu farast skal fram, tá ið starvsfólk hjá býráðnum fara í býin í privatum ørindum í arbeiðstíðini.
?Men ígjøgnum árini hevur ein ávís siðvenja arbeitt seg upp á økinum. Hóast hesar siðvenur ikki eru skrivaðar í sjálvan sáttmálan, eru tær nú so gamlar, at tær hava líka gott gild isum sjálvur sáttmálin.
? Sostatt kunnu mannagongdirnar ikki broytast, uttan í samráð við fakfeløgini, sigur formaðurin í Starvsmannafelagnum , serliga ikki, tá ið tað hevur fíggjarligar avleiðingar fyri starvsfólkið.
Hann sigur, at hetta er eitt mál, sum fakfeløgini taka í størsta álvara.
?Og skuldi tað verið aðrar kommunur, ella onnur arbeiðspláss, ið umhugsa nakað tað sama, sum Tórshavnar Býráð eigur hetta at vera teimum ein læra, tí hetta er eitt skúladømi um, hvussu ein arbeiðsgevari ikki eigur at fara fram ímóti sínum starvsfólkum, leggur Gunnleivur Dalsgarð afturat.