Royna endurskapa sandin í Haldórsvík

Sandbáturin Tinganes skal pumpa 4.000 kubikkmetrar av sandi niðan í fjøruna.

Í hesum døgum verður arbeitt við at endurskapa sandin í Haldórsvík, ið minkaði nógv, tá brimgarðurin varð gjørdur fyri nøkrum árum síðani.


Tað er norska alifyritøkan Marine Harvest, ið hevur tikið stig til royndina at endurskapa sandin. Fyritøkan hevur eitt alibrúk nærhendis bygdina.


Ætlanin er, at sandbáturin Tinganes skal pumpa 4.000 kubikkmetrar niðan í fjøruna, í vónini um, at sandurin verður liggjandi.