Klaksvíksskipið Carlton er farið at royndarfiska eftir prikkafiski Carlton hevði 2 spildurnýggj trol, sum skulu roynast teir 14 dagarnar, royndin varir.
Trolini eru gjørd í Egersund í Noregi, ein maður frá norsku verksmiðjuni er við Carlton, skrivar Jóanis Nielsen á heimasíðu síni.
Prikkafiskur er lítil fiskur, einar 20-25 cm langur. Hann gongur vanliga í torvu. Russisku svartkjaftatrolararnir hava í nøkur ár givið prikkafisk upp sum hjáveiði, tá teir hava roynt í føroyskum sjógvi.










