22 ára gamli áleyparin hjá Newcastle, Anthony Gordon hevur spælt dystir fyri ungdómslandsliðini hjá Onglandi, men hann hevur enn ikki spælt ein dyst fyri A-landsliðið hjá Onglandi.
Anthony Gordon er av skotskari ætt, og tí roynir skotska fótbóltssambandið at yvirtala Anthony Gordon at velja at koma og spæla fyri Skotland.
Manchester United leikarin, Scott McTominay er føddur í Onglandi, men er av skotskari ætt, og eydnaðist tað eisini skotska fótbóltssambandinum fyri nøkrum árum síðani at yvirtala Scott McTominay at spæla fyri Skotland. Eitt val sum hevur verið báðum pørtum til mikla gleði.
Enski miðilin, The Athletic skrivar tó, at Anthony Gordon sum hevur spælt væl í álopinum hjá Newcastle hevur ikki áhuga fyri at spæla landsdystir fyri Skotland.
Sambært The Athletic bíðar Anthony Gordon eftir, at enski landsliðvenjarin, Gareth Southgate fer at senda boð eftir honum.