Hendan samgongan hevur hevur gjørt sína egnu stýrisskipan, sum hvørki er niðurskrivað, ella samtykt.
Tað heldur Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin.
Og nú skal Aksel V. Johannesen, løgmaður, greiða frá um hann heldur, at tað, sum fer fram, er í fínasta lagi, ella um hann heldur, at gongdin er skeiv.
Tá ið Bill Justinussen sipar til, tá ið hann sigur, at hendan samgongan hevur gjørt sína egnu, óformligu stýrisskipan, sipar hann til, at samgongan hevur sett fleiri arbeiðsbólkar til at arbeiða við ymsum nýskipanum.
– Landsstýrið arbeiðir mest møguligt uttan um Løgtingið, sigur løgtingsmaðurin fyri Miðflokkin.
Tí spyr Bill Justinussen løgmann, hvussu nógvar politiskar fylgibólkar eru settir higartil sum ein partur av arbeiðnum hjá landsstýrisfólkum.
Hann vil eisini vita frá løgmanni, hvørjari skipan teir politisku fylgibólkarnir arbeiða eftir.
– Heldur løgmaður at skipanin við politiskum fylgibólkum samsvarar væl við bjørtu lyftini um opinleika, fólkaræði og greiðar mannagongdir, vil Bill Justinussen.
Og hann vil eisini hava løgmann at meta um, antin hetta er í samsvari við stýrisskipanina, tingskipanina, fyrisitingarlógina og lógina um alment innlit, sum eru lógirnar, ið tað politiska arbeiðið er skipað eftir.
Bill Justinussen heldur, at tað er neyðugt at fáa greiði á, hvørjar reglur og mannagongdir eru galdandi fyri hesa skipanina við politiskum fylgibólku, sum eru uttanfyri Løgtingið.
– Í flestu førum eru tað bara nakrir fáir politikkarar, oftast floksformenn, sum einsamallir hava innlit í viðgerðina og tilgongdina, sigur Bill Justinussen.
Hann vísir á, at opinleikin, sum verður tryggjaður í stýrisskipanarlógini, tingskipanini, fyrisitingarlógini og lógini um alment innlit, er ikki partur av hesi nýggju uttanum-parlamentarisku stýrisskipan.
– Fólkið í Føroyum hevur onga lógartryggjaða atgongd til at fáa innlit undir hesi nýggju stýrisskipanini, staðfestir Bill Justinussen
Tí vil hann hava løgmann at greiða frá, um hetta verður ein varandi skipan.
Hann vísir á, at eftir tingskipanini ber nettupp til at seta nevndir, har fleiri áhugamál eru umboðað, við tí endamáli at finna politiskar semjur í málum.