Sørvingar vóru ógvuliga vónbrotnir síðsta leygardag. B36, sum undan ferðini vestur í Vágar einki stig hevði fingið, vitjaði, og B36 fór til hús við 2-1 sigri og harvið øllum stigunum. Nú eru SÍ og B36 lið um lið í botninum við trimum stigum.
Klokkan 17 í dag skal SÍ aftur royna seg ímóti høvuðsstaðarliði. Sørvingar fara at vitja HB, sum tvær tær seinastu ferðirnar hevur lagt rygg til 5-1 tap og skal ansa sær ikki at detta nærri botninum. Tað vil við øðrum orðum siga, at stríðið í dag fer at snúgva seg um at renna undan plássunum undir niðurflytingar strikuni.
Hjá HB er Vagnur Mohr Mortensen leikbannaður. Á HB liðnum í dag vera eitt nú Emil Nolsøe Leifsson og Svend F. Jacobsen, sum ofta hava verið á Formula liðnum.
Í Sørvági hava teir verið sera nógv skaðaplágaðir. Sunvard Joensen var burturi síðsta vikuskifti. Í dag fer hann at verja SÍ málið.