Royna at lokka tey til Klaksvíkar

Klaksvíkar býráð fer nú at hava sjarmu-tiltak í Keypmannahavn

Hesa vetrarmyndina av Klaksvík tók Ingi Olsen

Klaksvíkar Býráð fer nú undir eitt sjarmu-tiltak í Keypmannahavn í eini roynd at eggja lesandi føroyingum, og øðrum føroyingumm, uttanlands, at flyta til Klaksvíkar. Tiltakið er komið í lag eftir at danskir fólkatingslimir vóru á vitjan hjá Klaksvíkar kommunu í september í fjør.

 

Tá vóru tey í Christianskirkjuni og í verkstovuni hjá Edwardi Fuglø, sum akkurát tá legði síðstu hond á myndir til eina danska týðing av Fuglakvæðinum. Klaksvíkar býráð sigur, at fólkatingslimurin fyri sosialdemokratarnar, Rasmus Horn Langhoff, var so hugtikin av listini hjá Edwardi at hann hevur fingið í lag at tey verða sýnd fram á Christiansborg.    

 

Framsýningin verður í næstu viku og í hesum sambandi hevur Rasmus Horn Langhoff, eisini bjóðað Klaksvíkar kommunu at vera við. Tí fer Klaksvíkar býráð at skipa fyri einum tiltaki, har umboð frá kommununi fara at hava eina framløgu um, hvat klaksvíkingar hava av hentleikum og tilboðum.

 

Hesa vetrarmyndina av Klaksvík tók Ingi Olsen