Nú verður roynt at framskunda arbeiðið at gera tunlarnir Norður um Fjall. Tað staðfestur sjálvur Løgmaður, Aksel V. Johannesen, í dag. Men nakað beinleiðis lyfti gevur hann kortini ikki.
Bjørn Kalsø, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur spurt hann, hvørjar ætlanir, samgongan hevur við tunlunum Norður um Fjall.
Løgmaður vísir á, at verklagslóg um tunlar norður um Fjall varð samtykt í 2009, og prosjektið var klárt at bjóða út í 2010. Í staðin var politisk avgerð tikin um at fara undir Viðareiðistunnilin fyrst.
Løgmaður staðfestur, at nógvar stórar verkætlanir eru í ger og at íløgukarmurin er avmarkaður. Men hann vónar at tað ber til at broyta íløguætlanina, soleiðis at allar fyrireikingar til verkætlanina verða lidnar í 2019, og at farið verður undir at gera tunlarnar norður um Fjall skjótari enn upprunaliga ætlað.










