Flogferðslan til og úr Føroyum er framvegis óreglulig. Atlantsflog sigur, at roynt verður aftur í morgin, men líkindini eru ógvuliga ivingarsom.
Fyrstu fráferðir í morgin eru hesar:
RC2470 (470/20jul) til Billund væntast at fara kl 09:00
RC1470 (470/21jul) til Billund væntast at fara kl 10:40
RC490 til Barcelona væntast at fara kl 13:00
RC1452 (452/21jul) til Keypmannahavnar væntast at fara kl 14:15
RC430 til Bergen væntast at fara kl 16:00
Atlantsflog biðjur ferðafólk um at halda seg heima sum longst og at fylgja væl við á www.atlantic.fo.
Ikki minst hevur mjórkaveðrið órógva G-festivalin og sum tað sæst á øðrum greinum á Portalinum, eru fleiri konsertir avlýstar, men aðrar eru fyriskipaðar ístaðin.
Atlantsflog segði við Kringvarpið í kvøld, at eini 600-700 ferðafólk eru strandað í Føroyum ella í okkara grannalondum og at tað verður eitt pusslispæl at fáa alt at ganga upp aftur.
Myndin er ein vevmyndf av flogvøllinum beint nú og tað er týðiligt, at har er sýnið ikki av tí besta.