Royna at finna semju

Føroya Lærarafelag hevur vegna ein av limum sínum, ið bleiv uppsagdur á ALV-skúlanum við Áir stevnt stýrinum fyri skúlan.
Málið var fyri í Føroya Rætti týsmorgunin, og har upplýstu løgfrøðingarnir hjá partunum báðum, at roynt verður at finna eina semju í málinum. Av tí at semjusamráðingar eru í gongd, avgjørdi rætturin at útseta málið í tvær vikur fyri at vita, um partarnir kunnu gera eina semju.