Royna at finna saman um fiskidagar

Løgtingið skal á fundi klokkan 10 endaliga viðgera málið um fiskidgarnar komandi fiskiár

Samgongan sær út til at hava funnið ein leist til fiskidagarnar, sum partar av samgonguni fara a taka undir við.

 

Skerjingin av fiskidøgunum verður lækkað úr 30 prosentum í upprunaliga uppskotinum og sjey prosent fara í tann sokallaða "buffarin" ella fiskidagabankan.

 

Eisini verða broytingar gjørdar, so tey størru línuskipini, sum ikki hava brúkt allar sínar fiskidagar undir Føroyum, tí tey hava fingið kvotur aðrastaðni, ikki missa sínar dagar undir Føroyujm.

 

Grundgevingin er, at hesi skip hava minkað trýstið á stovnarnar á landgrunninum við at hava fiskað aðrastaðni - og tað skal ikki kosta hesums kipum fiskidagar.

 

Sum tað sær út júst nú, so er tað bert Fólkaflokkurin, sum ikki er partyur av hesi semju, skrivar in.fo.