Royna at finna fleiri pengar - følir seg forpliktaðan

Tað er einki so irriterandi sum at seta eitt arbeiði ígongd, men so ikki at gera tað liðugt, so skjótt, sum tilber, sigur formaðurin í fíggjarnevndini

Nú kunnu tey í Dali hava eina vón um, at meiri ferð verður sett á arbeiðið at gera tunnil til bygdina. Tað er Landsverk, sum ger tunnilin, men játtanin er bara níggju milliónir um árið og tað røkkur bara til at arbeiða eitt hálvt ár. Avleiðing av tí er, at arbeiðið varð lagt stilt fyri jól og verður ikki tikið upp aftur fyrr enn í heyst.

 

Men nú hevur Aksel V. Johannesen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, lagt uppskot fyri Løgtingið um at játta fimm milliónir afturat til Dalstunnilin. Og tað eru vónir um, at uppskotið fær undirtøku – ella í hvussu so er, at tunnilin fær eina hægri játtan. Tað vísir seg nevniliga, at Erhard Joensen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, og formaður í fíggjarnevndini, er samdur við formannin í Javnaðarflokkin, tí hann sigur, at uppskotið er bæði fínt og tiltrongt.

 

– Eg eri slett ikki ósamdur í, at tað er meiningsleyst, at vit hava sett eitt tunnilstoymi, men bara játta teimum pengar til at arbeiða í eitt hálvt ár, tí tað fer at gera arbeiðið nógv dýrari enn neyðugt, sigur hann. Tað er einki so irriterandi sum at seta eitt arbeiði ígongd, men ikki at gera tað liðugt so bíligt og effektivt sum gjørligt, legði hann afturat.

 

Erhard Joensen segði, at tí fara tey at leita eftir pengum, tí hann heldur, at nú Løgtingið hevur arbeiðið ígongd, eru vit eisini forpliktað at gera tað liðugt so skjótt sum gjørligt. Og hann var ikki einsamallur um hetta sjónarmiðið, tí tað vóru eisini fleiri onnur. tingfólk, sum hava somu støðu.