Royna at fáa greiði á ferðsluóhappi í Klaksvík

Bilførari rendi á – men segði ikki frá

Í gjáramorgunin varð ringt til løgregluna at boða frá einu ferðsluóhappi í Klaksvík. Óhappið er helst hent um náttina og nú roynir løgreglan at fáa greiði á, hvat vendir upp og niður. Eftir tí, løgreglan veit, hevur ein bilur rent á ein annan bil, sum stóð parkeraður, men bilførarin, sum rendi á, boðaði ikki frá.

 

Tey, sum áttu bilin, ið varð ákoyrdur hildu seg hoyra okkurt ein brest um náttina og fóru at hyggja rundan um í grannalagnum. Har funnu tey ein bil við skaða, sum samsvaraði við skaðan, sum ákoyrdi bilurin hevði fingið.

 

Men ímeðan hevur tann, sum átti bilin ið rendi á, ringt at boða frá, at bilurin var stolin, so nú royndir løgreglan at fáa greiði á, hvat her hent. Báðir bilarnir fingu nakaða av skøvum og speglini eru brotin.

 

Annars tók løgreglan eisini at bilførara fyri at koyra við kenning í Havn. Løgreglan fekk eisini boð um at tað reyk illa úr einum húsum í Havn. Tá ið sløkkiliðið kom á staðið, vísti tað seg, at roykurin stóð frá eini grýtu á komfýrinum. Talan var ikki um opnan eld, so skaðin var ógvuliga avmarkaður.

 

Eitt, sum løgreglan ofta fær boð um, er, at fólk fara upp á takið á Eysturskúlanum og tað fekk løgreglan aftur boð um í nátt. Løgreglan fór á staðið og fekk tey niðuraftur.