Magni Laksafoss, landsstýrismaður í fíggjarmálum, fer at royna at fáa semju um, hvussu pengar skulu fara úr búskapargrunninum, um hann verður stovnaður Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Magni Laksafoss, dylur ikki fyri, at hann heldur vil hava ein búskapargrunn, enn at nýta pengarnar, sum landskassin fær fyri Føroya Banka, til at gjalda lániskuld við. Hann sigur seg heldur vilja leggja pengar til síðis til ringar tíðir, og hetta metir hann, at búskapargrunnurin hevði verið eitt fínt amboð til. Hann fer tí at royna at fáa semju um, hvussu pengarnir skulu fara úr búskapargrunninum, um hann verður stovnaður. Hetta segði hann við Útvarpið í gjárkvøldið.
Hann heldur tað ikki vera ov seint at stovna ein búskapargrunn, hóast sølan av Føroya Banka longu er byrjað, tí pengarnir fyri partabrøvini í bankanum fara fyrst til fíggingargrunnum, sum síðani flytur teir til landskassan.
- Tá pengarnir koma í landskassan, skal landskassin taka eina avgerð, um pengarnir skulu í ein búskapargrunn, ella um teir skulu nýtast at gjalda niður skuld við, segði Magni Laksafoss við Útvarpið í gjár.
Politisku flokkarnir eru ikki samdir um, hvussu pengarnir í einum møguligum búskapargrunni skulu nýtast. Fyri at fáa eina semju um hetta, hevur landsstýrismaðurin kalla flokkarnir inn til fund 27. juni fyri at finna út av, hvat tað er, sum forar fyri at fáa ein búskapargrunn gjørdan.