Royna at fáa glið á samráðingarnar

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Fíggjarmálaráðið og semingsmenninir hittast seinnapartin í dag
Semingsmenn fara í dag at gera eina roynd at finna semju millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið, eftir at fakfelagið í síðstu viku boðaði frá arbeiðssteðgi. Tað hendi eftir, at felagið metti, at samráðingar við Fíggjarmálaráðið um ein nýggjan sáttmála ikki bóru á mál.


- Lønardeildin tykist ikki áhuga í, at fara í veruligar samráðingar. Tí sóu vit ongan annan møguleika enn at lýsa arbeiðssteðg, segði Óluva í Gong, forkvinna í Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, í viðmerking á heimasíðuni hjá felagnum fríggjadagin.


Arbeiðssteðgurin bleiv tó ikki til nakað, tí í gjár boðaði felagið frá, at eftir at Fíggjarmálaráðið hevði boðsent semingsstovnin at hjálpa við samráðingunum, hevur semingsstovnurin brúkt heimildina í Semingslógini grein 10 til at útseta arbeiðssteðgin.


Sambært lógini hevur semingstovnurin heimild at útseta ein arbeiðssteðg í eina viku, men Terje Sigurðsson, semingsmaður, upplýsir, at arbeiðssteðgurin einans er fyribils útsettur.


- Vit hava útsett arbeiðssteðgin fyribils, men um tað verður ein vika ella ikki, tað vita vit ikki enn. Tað er annað upp á hvat hendir í dag, tá partarnir møtast við samráðingarborðið, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður, ið ikki ynskir at meta um útlitini fyri at finna eina skjóta semju.