Royna at fáa alla lodnukvotuna

Íslendsku uppisjóvarskipini royna av øllum alvi at fiska alla lodnukvotuna, áðrenn veiðitíðin endar. Teir seinastu dagarnar hava skipini roynt nær landi úti fyri Snæfellsnesi á Vesturlandinum. Men skipini mugu skunda sær, tí tá lodnan kemur inn á Breiðafjørðin og hevur gýtt, doyr hon og fellur á botn.

Fleiri skip fingu lodnu um vikuskiftið, men sambært fjølmiðlunum stúra menn fyri, at teir klára ikki at fiska alla kvotuna, uttan so at ein torva tekur seg upp onkra aðrastaðni.