Amerikanska bjargingartænastan roynir nú at brenna oljuna, sum kemur úr einum leka á botni í Meksikanska Flógvanum, og sum rekur inn ímóti strondini í statinum Lousiana. Ein talsmaður fyri myndugleikarnar sigur, at bjargingartænastan sendi ein flaka inn í oljublettin og setti eld á. Hetta bleiv gjørt í gjárkvøldið lokala tíð.
Bjargingartænastan sigur, at oljubletturin er nú einar 15 fjórðingar úr landi, og heldur ættin sær, kemur oljan inn á land í morgin ella leygardagin.
Oljupallurin The Deepwater Horizon sakk í Meksikanska Flógvanum í síðstu viku, og síðani er olja runnin úr einum røri niðri á botni. BP, sum átti pallin, sigur, at 160.000 litrar av olju renna út í sjógvin um samdøgrið.









