Nú skal ein heilsudepil til kommunulæknarnar gerast í Suðuroy. Tað eru borgarstjórarnir í Suðuroy og Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, samd um,
Landsstýrismaðurin í heilsumálum og borgarstjórarnir í Suðuroy hava umrøtt framtíðar kommunulæknaviðurskiftini í oynni. Umrøtt varð, hvat kann gerast fyri at betra um tilboðini um heilsutænastur til borgarar í Suðuroy bæði beinanvegin og sum frálíður.
Kommunuæknaviðurskiftini í Suðuroy eru vánalig. Í Suðuroynni eru fýra kommunulæknastørv. Í løtuni er bert ein kommunulækni í føstum starvi, hini størvini eru mannað við avloysarum. Kommunulæknarnir hava ført fram, at tey kundu hugsað sær eitt fakligt umhvørvi og tískil eru partarnir eisini samdir um, at tað besta er at hava ein heilsudepil í oynni. Á heilsudeplinum kunnu allir kommunulæknar, og aðrar heilsutænasturm verða samlaðar á sama stað.
Landsstýrismaðurin sigur í eini fráboðan, at hann vónar, at ein heilsudepil og vónar, fer at verða til gagns fyri bæði fólkið, og kommunulæknar, í oynni.