Royna at bjarga reyðbókini hjá Trónd Hansen

Í miðbýnum í Havn – ella rættari í havanum hjá G oman fyri kioskina hjá Astu, stendur eitt træ, sum ikki hevur tað so gott. Træið er ein reyðbók, sum Trónd Hansen, urtagarðsmaður, plantaði á sumri í 1914 – sama ár sum hann giftist Stephaniu og sama ár, sum dóttirnir Mia Trónd, tannlækni varð fødd.

 

Í summar varnaðust fólk, at reyðbókin ikki blómaði. At kalla eingi bløð vóru á trænum. Ikki er greitt, hvør orsøkin er. Ein møguleik er, at træið hevur fingið ov nógva væta – er drukanð, ella kanska, at træið hevur fingið ov lítla vætu, tí so nógv eru gjørt við økið seinastu árini. Seinastu dagarnar hava fólk frá Hjálpirót grivið í økinum innan fyri har træið stendur at vita, um meira luft og væta sleppur til røturnar.

 

Trónd Hansen (1881-1939), sum var urtagarðsmaður og sum eisini var løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, plantaði vakra urtagarðin, sum var millum Sparikassan og kioskina hjá Astu – ella kioskina hjá G, sum tey gomlu havnarfólkini søgdu.

 

Jacob Danielsen, vanliga nevndur G, helt hendan urtagarðin, sum hann hevði til leigu frá býráðnum frá 1934. Urtagarðurin var tiltikin vakur, og Jacob Danielsen fekk heiðursprógv og kom í havabøkur hjá Dansk Haveselskab.

 

Í ár eru liðin 105 ár síðani træið varð plantað – so vónandi verður leyvið at síggja á trænum aftur móti vári.