Royna aftur við rognkelsi

Nú verður aftur ein roynd gjørd at selja rognkelsi á uppboðssøluni hjá Fiskamarknaðinum. Tað er klaksvíksbáturin Bjørnvin, sum umhugsar at fara á uppboðssøluna við hesum fiskaslagnum. Teir gjørdu eisini eina roynd í fjør. Ætlanin er at seta tey fyrstu gørnini nú fyrst í apríl. Nakað av fiskinum fer til Fiskaaling, men teir vilja eisini bjóða henda fisk út á uppboðssøluni, um áhugi er fyri tí.

Tað er torført at siga, hvussu long rognatíðin fyri rognkelsi er í Føroyum, men hon hevur víst seg at verða longri enn í eitt nú Danmark. Sagt verður, at rognini kunnu hava nógvar ymiskar litir, so sum gul, blá, brún, grøn ella reyð.

Ætlanin er at bjóða fiskin út soleiðis, at keyparar kunnu siga frá, hvussu nógv rognkelsi, teir ynskja, skrivar Fiskamarknaðurin á heimasíðu síni.

Eisini sum kaviar

Rongkelsi verður upp í góðar 60 cm, vanliga um 30-40 cm. Siljafiskarnir eru smærri enn rognafiskarnir.

Rognkelsi er á víðum havi og inni við land, heilt í sjóvarmálan. Tað er allan vegin frá Eysturgrønlandi og Íslandi til Føroya. Annars er tað í Barentshavinum, suður í Biskeiavíkina, kring Bretsku Oyggjarnar og í Eystrasalti. Frá Diskovíkini, Davisfirði og Hugsonflógvanum til New Jersey.

Summastaðni verður tað veitt. Rognini verða onkustaðni brúkt til kaviar. Í Føroyum hevur rognkelsi ikki havt vinnuligan týdning, men kanska kemur ein broyting í her.