Royna aftur týsdagin

Tá næst seinasta umfarið av Formula-deildini skuldi spælast í gjár, var als ikki spælandi á fleiri støðum. Sveinur Tróndarson, formaðurí Kappingarnevndini, staðfesti fyri portalinum, at tað hjá teimum var hampuliga lætt at taka avgerð um at flyta allar dystirnar. – Hvørki á Sandi, Skála ella í Klaksvík var spælandi, og ítróttarliga var rættasta avgerðin tí at útseta alt umfarið. Ístaðin er gjørt av, at vit royna at avgreiða dystirnar týsdagin klokkan 16. Og riggar tað ikki, so hava vit eisini mikudagin at taka til, sigur Sveinur Tróndarson.