Tjóðveldisflokkurin fýlist harðliga á búskaparligu gongdina, tí flokkurin heldur, at tað er alt ov nógv ferð á búskapinum.
Tí fer flokkurin einaferð enn at leggja uppskot fyri løgtingið um at strika skattalættan fyri næsta ár fyri at tálma gongdini.
Hetta er triðju ferð, at flokkurin leggur uppskot fyri løgtingi um at strika skattalættan næsta ár. Samstundis fer Tjóðveldisflokkurin eisini at leggja uppskot fram um at stovna ein búskapargrunn.
Næsta ár verður skattalættin 85 milliónir og at strika hann hevði munað eina mest í royndunum at køla búskapin, sigur flokkurin í tíðindaskrivi.
Hinvegin skal búskapargrunnurin brúkast til at gera okkum leys av blokkstuðlinum og til at skapa langtíðarjavnvág í føroyska búskapin.
Endamálið er at seta pening í grunnin í góðum tíðum og harafturat skulu serinntøkur setast í hann, so at avkastið kann koma næstu ættarliðunum til góðar.