Royna aftur at savna Suðuroynna

VB og Sumba hava síðani 2005 samstarvað um fótbóltin, og fleiri ferðir hevur verið roynt at fáa hini feløgini í oynni við í felagið, sum nú eitur FC Suðuroy.

Og nú er so enn ein roynd gjørd. Suðurrás skrivar, at nevndin í FC Suðuroy hevur sent nevndunum í TB og Royn innbjóðing, har heitt verður á feløgini um at standa saman um fótbóltin í oynni.

Enn er tó ikki greitt, hvørja støðu TB og Royn hava til hetta.