Í morgin, mánadagin, verður ráðstevna í Norðurlandahúsinum um framtíðarútlitini hjá útoyggjunum Í morgin, mánadagin, verður ráðstevna í Norðurlandahúsinum um útlitini hjá útoyggjunum at yvirliva, ístaðin fyri at avtoftast, sum verður ein snarur endi, kemur ikki annað lag á heilt skjótt.
Tað er Útoyggjafelagið, sum skipar fyri ráðstevnan, sum hevur fingið heitið ?Mín oyggj ? mín framtíð? og ráðstevnan er frá klokkan níggju í morgin árini til klokkan 16.30.
Felagið leggur dent á, at ráðstevnan er almenn og endamálið er -enn eina ferð- at seta útoyggjarnar í miðdepilin.
Umframt framløgur frá hvørjari einstakari útoyggj, fer Landsverk at kunna um samferðsluætlanina við atlitið til útoyggjarnar.
Bjarni Olsen, stjóri í Eik fer at greiða frá um fíggingarmøguleikar og smásamfeløg.
Harafturat fer norski professarin, Jørgen Amdam, at røða um at leggja økismenning til rættis. Somuleiðis fer íverksetarin, Niclas Heri Jákuppson, at umrøða nýhugsandi vinnumøguleikar á útoyggj og at enda fara umboð fyri politisku flokkarnir at greiða frá útoyggjapolitikkin hjá teimum einstøku flokkunum eftir næsta væl.
Felagið sigur, at tað hevur bjóðað landsstýrismanninum í útoyggja- og útjaðaramálum, Jacobi Vestergaard, at seta ráðstevnuna.
- Útoyggjafelagið vónar, at tey á hesum tiltakinum fáa lýst umstøðurnar og møguleikarnar fyri vinnu og menning á útoyggj.
Harafturat vóna tey at tað eydnast at vísa á ætlanir, sum eru settar út í kortið at tey eisini fáa eina ábending frá politisku flokkunum um teirra støðu til framtíðina hjá útoyggjunum.
- Fundurin er ætlaður sum kunning, hugkveiking og íblástur til kjakið um framtíðina hjá útoyggjunum í Føroyum, sigur felagið.