Kommunusamanlegging
Tvøroyrar Býráð ger nú enn eina roynd at fáa kommunurnar í Suðuroy at leggja saman.
Í hesum sambandi hevur Tvøroyrar Býráð nú givið borgarstjóranum heimild til at skipa fyri fundi at tosa um kommunusamanlegging.
Kristin Michelsen, borgarstjóri, sigur, at sostatt er ætlanin nú at kalla saman til fundar at viðgera kommunala bygnaðin í Suðuroynni.
Hann sigur, at ætlanin er at skipa fundin sum eitt pallborð, har ætlanin er at fáa borgarstjórar norðanfjørðs, sum hava royndir av kommunusamanlegging, at vera við.
Hann hugsar í hesum sambandi um borgarstjórar í størri, samanløgdum kommunum. Men hann hugsar eisini um at fáa onkrar av gomlu borgarstjórunum úr kommunum, sum eru niðurlagdar, við á fundin.
Somuleiðis er ætlanin at fáa landsstýrismannin í innlendismálum, Jacob Vestergaard, við á fundin at greiða frá, hvørjar ætlanir landsstýrið hevur á kommunala økinum.
Annars ætlar hann at tað skulu vera borgarstjórarnar og skrivararnar í kommununum í Suðuroy, sum skulu vera við á fundinum.
Lýsa fyrimunir og vansar
- Ætlanin við fundinum er at lýsa fyrimunir og vansar við eini kommunusamanlegging, sigur Kristin Michelsen.
Tað heldur hann, at borgarstjórar í samanløgdnum kommunum og teir, sum vóru borgarstjórar í kommunum, sum ikki eru til longur, kunnu geva suðuroyingum eina greiða meining um.
Borgarstjórin fer nú at kanna eftir, nær tað liggur fyri at hava ein slíkan fund.
Hann sigur, at nógv hava saknað, at fyrimunirnir og vansarnir við kommunusamanlegging verða lýstir.
- Eftir ein slíkan fund er so bara at vóna, at hinar kommunurnar í Suðuroy taka málið upp og taka eina greiða støðu til eina kommunusamanlegging, so vit fáa at vita, hvussu støðan er í oynni til samanlegging, sigur Kristin Michelsen.
Tað einasta rætta
Sjálvur ivast borgarstjórin á Tvøroyri ikki í, at tað einasta rætta er at leggja Suðuroynna saman í eina kommunu.
Tað er eitt sjónarmið, sum Tvøroyrar Byráð tekur fult undir við.
Og tað er eitt sjónarmið, sum eisini tvørafólk taka fult undir við, tí í nakað síðani varð skipað fyri fólkaatkvøðu á Tvøroyri um kommunusamanlegging og har varð úrslitið var, at ein heilt stórur meiriluti av tvørafólki vil hava at øll Suðuroyggin verður ein kommuna.
Eisini í Sumbiar Kommunu hevur fólkaatkvøða verið um kommunusamanlegging og har var úrslitið eisini, at ein greiður meiriluti av sumbingum vil hava alla oynna savnaða í eina kommunu.
Tað var eisini tann tíð, tá ið Tvøroyrar og Sumbiar kommuna arbeiddu fyri at leggja saman, men tey komu ikki á mál áðrenn tíðarfreistina fyri samanlegging í sambandi við kommunuvalið í 2004, varð úti og sostatt kom stígur í tað viðgerðina.
Í hinum kommununum í Suðuroy hevur fólkaatkvøða ikki verið um kommunusamanlegging.
Borgarstjórin á Tvøroyri vil helst, at øll Suðuroy verður ein kommuna.
Men eydnast tað ikki, skilst á honum, at hann eisini er opin fyri, at einstakar kommunur leggja saman fyri at fáa gongd á.
- Tað verður sagt, at kommunur, sum leggja saman, skulu vera landafrøðiliga samanhangandi, men vit síggja eisini dømi um norðanfjørðs, at kommunalt samstarv verður skipað tvørtur um sund og firðir, so tað letur seg gera hjá kommunum at leggja saman, hóast tær ikki beinleiðis eru grannakommunur, sigur borgarstjórin.