Stórur spenningur er í hesum døgum um, hvørja lagnu samanlagda suðuroyarliðið fær. Tey bæði stóru feløgini í samstarvinum, TB og FC Suðuroy, siga seg bæði ynskja eitt víðari samstarv, men stór gjógv tykist vera millum fortreytirnar fyri samstarvinum hjá teimum báðum feløgunum.
Tvøramenn siga, at teir vilja sleppa at spæla allar heimadystirnar hjá besta liðnum við Stórá í Trongisvági, meðan vágbingar bæði nokta hesum og ynskja at skipa samstarvið í fastari legu, millum annað við felags yvirbygnaði, felags nevnd og felags pengakassa til vaksnamannadeildirnar.
Lítlibeiggi í samstarvinum man so vera ítróttarfelagið í Hvalba, Royn. Eyðfinn Debes, formaður í Royn sigur, at haðani er støðan greið, at tey ynskja at halda fram við samstarvinum, men at tíðin nú er komin at fara frá fyribilsloysnini og stovna eitt veruligt samanlagt felag.
- Vit kunnu ikki byggja nakra varandi loysn við fyribilsloysnum. Nú er tíðin komin at fáa samstarvið í eini meiri skipaða legu, sigur Eyðfinn Debes og nevnir millum egna nevnd og egna fígging.
Hann sigur, at tað er vónleyst at gera langtíðarætlanir, tá eingin veit, hvussu samstarvið fer at vera eitt ár fram í tíðina.
- Vit mugu fáa møguleikan at leggja langtíðarætlanir og tað gerst bara, um framtíðin hjá felagnum er í tryggari legu, sigur hann.
Hann dylir ikki fyri, at teirra ynski líkjast nógv teimum hjá vágbingum og sumbingum, men sigur kortini, at júst kjakið um, hvar Betri-liðið skal spæla, leggur Royn seg ikki út í.
- Vit fara tó at gera heilt greitt, at triðja deild skal spæla her í Hvalba. Vit ynskja eisini, at hon í mest møguligan mun skal venja her, sigur hann.
Tað er eingin loyna, at suðringar hava havt torført við at manna tey trý liðini í vaksnamannadeildini í ár, og triðja liðið bleiv eisini tveitt úr 3. deild av somu orsøk. Hvørji eru so útlitini hjá Royn, um samstarvið skuldi steðga?
- Fyrst og fremst er at siga, at Royn spælir ein nógv størri leiklut í bygdalívinum í Hvalba enn bara at vera eitt fótbóltsfelag. So vit skulu nokk klára okkum kortini. Harnæst, so eru vit vís í, at vit skulu klára at manna eitt lið. Vit eiga nógvar spælarar, sum eru givnir seinastu tíðina, sum eg vænti kunnu lokkast aftur á vøllin. Tað er júst ein av orsøkunum til, at vit vilja hava triðja lið at spæla dystir og ikki minst venja her norðuri, so at vit fáa lív á fótbóltsvøllinum gjøgnum vikuna og kveikt áhugan hjá hvalbingum at spæla, sigur hann. Hvat viðvíkur barnafótbóltinum, so væntar hann, at samstarvið sum Royn og TB hava í yngru deildunum fer at halda á.
- Fyrst og fremst ynskja vit tó, at vit nú fáa samstarvið í fasta legu. Júst hvussu langt niður í barnadeildirnar samstarvið skal vera skulu vit nokk megna at semjast um, men tað eru vaksnamannadeildirnar, sum krevja mest, sigur hann. Eitt yvirskipað felag, við egnari fígging og egnari nevnd, sum skal fáa fígging frá stuðlum, er besta leiðin framyvir, heldur formaðurin í Royn.
Í annaðkvøld verður felags fundur fyri tey trý feløgini um framtíðina hjá fótbóltssamstarvinum í oynni.