Royn teg sum skóta í ein dag

Nú byrjar skótaárið aftur. Leygardagin 28. august klokkan 10:00 hava øll møguleika at royna at vera skóti í ein dag.

 

Hetta tiltak er runt um í landinum hjá KFUM skótabólkunum. Hetta gevur øllum sum hava áhuga at royna skótalívið at koma til ein dag, har øll kunnu sleppa at vera skóti í ein dag.

 

Í dag eru 450 KFUM skótar í Føroyum. KFUM-skótarnir í Føroyum hava ein skótadepil á Selatrað og hava nógv virksemi runt um í landinum hvørja viku. Eisini er stórt skeið/leguvirksemi er alt árið.

 

– Vit bjóða øllum til SKÓTI Í EIN DAG leygardagin 28.august kl 10:00, skriva KFUM – Skótarnir í Føroyum.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##