Royn teg sum myndafólk fyri Nephew

Á heimsíðuni hjá Nephew uppmuntra teir øllum, sum koma at lurta á Roskilde, at nýta fartelefonina til at taka upp framførsluna Umframt tey 21 myndatólini sum skulu rulla meðan Nephew sparkar dyntil á Roskilde kl. 01:00 í nátt, verður heitt á fjepparar at nýta fartelefonina sum myndatól. Ætlanin er at flætta hesi áskoðarklipp (3-30 sek. til longdar) inn í professionellu framleiðsluna. Alt hetta skal nýtast til eina DVD seinni í ár.

 

Les meiri um átakið á www.nephew.dk.