Royn teg sum alara á Giljanesi

Á árliga SÍF tiltakinum í ítróttarhøllini á Giljanesi sleppa fólk millum annað at fóðra síl og gita, hvussu nógv ein laksur vigar

Tú kanst royna at gita, hvat ein laksur, sum svimur í einum kari vigar. Og tú kanst sleppa at fóðra síl í einum øðrum kari. Umframt øll tey vanligu tilføkini, sum plaga at vera, tá ítróttarfeløgini samla pening til raskturin.

Afturvendandi SÍF tiltakið í ítróttarhøllini á Giljanesi verður komandi sunnudag. Byrjað verður klokkan 16.00 seinnapartin, og hildið verður á til klokkan 22.00.

Tiltakið byrjar við mótasýning klokkan 16.00. Beint eftir mótasýningina byrjar eydnuhjól, sum fer at halda fram, alla tíðina, meðan opið er. Eisini verða onnur vanlig tiltøk so sum fiskibrunnur, bóltkast og matsøla, meðan opið er.

Klokkan 17.00 byrjar køkutombola. Sandavágskøkurnar eru tiltiknar, og vanligt er, at kappast verður um, hvør letur vakrastu og flottastu køkuna. Sigast skal tó, at tær koma kortini ikki bara úr Sandavági. Tað kemur meira enn so fyri, at onkur er úr øðrum bygdum í Vágum. Samstundis sum køkurnar verða sýndar fram, áðrenn tombola sølan byrjar, ber til at atkvøða um vakrastu køkuna, sum er at vinna. Úrslitið av teirri kappingini verður kunngjørt, tá tiltakið endar klokkan 22.00.

Klokkan 19.00 fer Ragnar í Vík á pallin at syngja country & western. Kendasti føroyski cowboysangarin tykist væl umtóktur í Vágum eins og aðrastaðni. Hann hevur fyrr, við góðari undirtøku, sungið til líknandi tiltak á Giljanesi.

Klokkan 19.30 verður ein rættiliga áhugaverd framsýning. Eitt slag av mótasýning, ber til at siga.

Tá fara fólk at sýna fram brúðarkjólar frá 1950 til dagin í dag. Eisini verða leikarabúnarnir hjá SÍF upp gjøgnum tíðirnar vístir fram á pallinum. Til ber so at sammeta gamla brúðar- og ítróttarmótan við tað, sum brúkt verður í dag.

Sum sagt verður eisini ymiskt, sum hevur samband við alivinnuna, at síggja á SÍF tiltakinum á Giljanesi sunnudagin.

Alla tíðina, tiltakið varir, fara kør við livandi fiski at standa í høllini. Í einum kari fer ein livandi laksur at ganga. Fólk kunnu so keypa ein seðil, har tey skriva á, hvat tey halda, at laksurin vigar. Tann, sum er næstur nágreiniligu vektini á fiskinum, vinnur fiskin. Úrslitið verður kunngjørt, tá tiltakið endar klokkan 22.00 um kvøldið.

Í einum øðrum kari fara síl at ganga. Nógv síl. Har kunnu fólk keypa alifóður, sum tey so geva sílunum. Síl er rættiliga lívligur fiskur, og stuttligt er mangan at síggja, hvussu tey kappast um at vera fyrst á fóðrinum, sum tveitt verður fyri tey.

Eisini verður ein myndarøð sett upp saman við fiskakørunum. Hetta eru myndir, sum tiknar eru á eini alistøð og sum vísa gongdina í laksaalingini. Myndarøðin og alikørini standa uppi alla tíðina, opið er.