Royn teg: Quizzur til Betrideildar-fjepparar (FM1)

(FM1) Royn um tú megnar at gita 10 av 10 røddum hjá spælarum, ið umboðaðu tey 10 liðini í Betrideildini í 2019

Vit á FM1 hava gjørt ein ljóðspurninga-quiz til Betrideildar-fjepparar: 

Tit skulu gita 10 røddir frá Betrideildini 2019. Hvørjir eru spælararnir? Tit hoyra 10-11 sekund av røddini hjá 10 spælarum, ið umboða tey 10 liðini sum mannaðu Betrideildina í 2019.

Raðfylgjan av liðunum spælararnir umboða er hendan: 1) KÍ, 2) ÍF, 3) AB, 4) Víkingur, 5) B36, 6) NSÍ, 7) HB, 8) Skála, 9) TB og 10) EB/Streymur.

 

QUIZZIN hoyrist HER

 

Tit skulu skriva tykkara git/svar í Facebook-viðmerkingunum undir greinini.

Í kvøld kungera vit í bólkinum "Føroyskt Fótbóltskjak" á Facebook hvør eigur tær 10 røddirnar. Góða eydnu við kappingini.