Argjamenn hava aftur í ár ætlanir um at leggja seg heilt fram í oddastríðið í aðru deild. Alt gott um tað, men fyri at vera í oddinum, so skulu heimadystirnir helst vinnast og tað megnaði AB ikki, tá Royn vitjaði.
Væl kempandi hvalbingarnir fóru nevnliga avstað við øllum í einum dysti, har argjamenn kanska hildu seg hava uppiborið meira, men har tað vóru gestirnir, sum vildu geva meira fyri sigurin.
Eftir at Royn hevði lagt seg á odda fyri steðgin, var tað AB, sum byrjaði seinna hálvleik betri. Fleiri málmøguleikar spurdust burturúr, og tá Hans Jørgen Djurhuus javnaði, mundu hinir á liðnum av álvara fara at hugsa um trý stig.
Tað var tó ein stokkut gleði, tí bert tveir minuttir seinni varð Gisli Sveinbjørnsson sendir avstað. Argjamenn vildu vera við, at hvalbingurin var rangstaddur, men dómarin lat ikki við seg koma, og so kundi Gisli skjóta málið, sum fyribils hevur sent hvalbingarnar upp á triðja plássið á stigatalvuni.
AB-Royn 1-2 (0-1)
0-1: Pól Poulsen
1-1: Hans Jørgen Djurhuus
1-2: Gisli Sveinbjørnsson