Fótbóltsliðið hjá hvalbingum fekk eina góða byrjan upp á landskappingina 1998, tá tað vann 3-1 á Mølini á Eiði móti felagsliðnum hjá sundalagsmonnum.
Sum heild var Royn betra liðið, og sigurin var fullkomiliga uppiborin. Hvalbingar byrjaðu betur og fingu tíðliga ein góðan møguleika fyri at leggja seg á odda, men ta ferðina bar ikki til.
Tað var í staðin EB/Streymur, sum fekk fyrsta málið, tá okkurt um eitt korter var útliðið.
Eitt mótálop hjá heimaliðnum endaði við, at bólturin varð sendur inn um verjuna hjá Royn. Hvalbingar hildu, at Andreas Dahl innan fyri var rangstaddur, men tað var hann ikki, og hann kundi uttan stórvegis hóvasták leggja EB/Streym á odda 1-0.
Eftir málið kom heimaliðið meira við í dystin, men skjótt fekk Royn yvirvág aftur. Sum heild tyktist tað, sum um orkaðu sundalagsmenn ikki eins væl og hvalbingar at halda dampinum uppi, og tað fekk eisini týdning fyri endaliga úrslitið.
Hvalbingar fingu løn fyri stríðið, tá dysturin var um hálvan tíma gamal. Eitt fríspark úr høgru síðu fór upp um fleiri spælarar inn í brotsteigin, har Jákup Midjord tveitti seg fram og fekk fótin á bóltin, so hann endaði í netinum.
1-1 var støðan í hálvleikinum, men tíðliga í seinna hálvleiki setti Royn alt upp á pláss.
Fimm minuttir vóru spældir av hálvleikinum, tá jugoslaviski áleyparin Alexander Vukotic rak framvið tveimum sundalagsmonnum inn móti málinum, áðrenn hann spældi flatt úteftir til landsmannin Milan Cimburovic, sum við einum fløtum skoti legði hvalbingar á odda 2-1.
Og tað gekk ikki leingi, áðrenn 2-1 bleiv til 3-1. Hesa ferð var tað Vukotic sjálvur, sum kom á málskjúttaralistan, tá hann í kapprenning við málmannin hjá EB/Streymi fekk sent bóltin framvið honum, so hann trillaði spakuliga inn í málið. Ein verjuspælari hjá felagsliðnum sparkaði bóltin burtur, men dómarin dømdi hann innanfyri, og so vóru tvey mál á muni.
Fleiri mál komu ikki, og Royn fekk eina sera góða byrjan upp á 2. deild við einum útisigri móti einum av hinum fýra liðunum, sum kunnu flyta upp í 1. deild. Næsta leygardag hava hvalbingar heimadyst móti NSÍ, meðan EB/Streymur tekur ímóti KÍ.