2. deild menn:
Royn-TB 4-2 (2-0)
Hvalbingar settu punktum fyri eini sera góðari seinnu hálvu við at vinna útsetta dystinum móti tvørámonnum. TB hevur langt síðani tryggjað sær bronsumerkini, men hesaferð máttu teir lúta fyri hvalbingum.
Royn kom á odda 2-0 í fyrra hálvleiki. Fyrst var tað Njálur Niclasen, sum varð spældur leysur og var eitt sindur heppin við at fáa bóltin í málið. Hetta var miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og beint fyri steðgin øktu hvalbingar. Eyðstein Jacobsen stútaði innlegg úr vinstru í málið.
Spælandi venjarin hjá Royn, Zoran Mancic, legði Royn fram um 3-0 í seinna hálvleiki. Hann fekk eina sending frá Poul Poulsen, og sparkaði bóltin inn við nærmara stólpan. Tá hildu øll, at avgerðin var fallin, men við eitt vekk var TB viðaftur í dystinum.
Fyrst var ein hvalbingur óheppin at beina bóltin í egið mál, tá ein TB?ari legði inn fyri, og lítla løtu seinnu skapti Marlon Kjærbo spenning um úrslitið, tá hann stútaðu hornasparksbólt í málið.
Hesa løtui legði TB nógv fyri, teir royndu at fáa útjavnandi málið, men tað eydnaðist ikki. Ístaðin avgjørdi Milan Cimburovic dystin, tá hann skoraði eftir eina sending frá Mancic.
Royn hevði nógvar kjansir, teir raktu fleiri ferðir træverkið, og teir fingu eisini sigurin heim, tá alt kom til alt.
Eftir fyrru hálvu av kappingini hevði Royn bert sjey stig, men nú teir hava spælt allar dystirnar eru teir komnir upp á 24 stig.