Royn hevur yvirskot

Royn hevur havt aðalfund og felagið hevur yvirskot

Sunnudagin hevði Royn aðalfund. Felagið hevur eitt yvirskot á 365.000 krónur, skrivar bolt.fo. Besta mansliðið hjá Royn spældi í fjør 2. deild, men flutti niður í triðju deild. Felagið hevur eitt besta kvinnulið saman við hinum feløgunum í oynni. Tað fer at royna seg í Betri deildini hetta kappingarárið.

 

 Til aðalfundin skipaði nevndin seg eisini. Poul Laust Christiansen er formaður. Jón Sigurd Vang Poulsen og Benjamin Miné Midjord komu í nevnd fyri Brian Poulsen og Tórodd Niclasen, sum ikki stillaðu upp aftur, skrivar Royn.

 

Nevndin sær nú soleiðis út:

 

Poul Laust Christiansen, formaður og samskipari

 

Jón Sigurd Vang Poulsen, næstformaður

 

Joan Jacobsen Múller, kassameistari

 

Benjamin Miné Midjord, skrivari

 

Christian Múller

 

Jonhard Thomsen

 

Mirjann Jensen