Royn fer til Dómsnevndina

Sum vit skrivaðu í blaðnum í gjár, so gjørdi Kappingarnevndin hjá FSF mánakvøldið av, at kæran hjá Royn um dystin móti B71 ikki varð gingin á møti. Orsøkin var fyrst og fremst, at FSF ikki vil døma felag at tapa dyst orsakað av mistakið á dómaraseðlinum, men hesa grundgeving vilja hvalbingar ikki góðtaka.
Haðani verður sagt, at talan ikki er mistak av slíkum slag, sum á sinni feldi HB. Ta ferðina stóð ?ólógligi? spælarin á seðlinum, men mistakið var bara, at hann stóð við skeivum eftirnavnið. Hesaferð høvdu sandoyingar als ikki skrivað spælaran á seðilin, og tað vilja hvalbingar hava Dómsnevndina at siga sína hugsan um.