2. deild menn:
Royn-KÍ 2-0 (2-0)
Hvalbingar skoraðu tvey mál í fyrra hálvleiki, og tað var nóg mikið til at tryggja teimum sigurin móti klaksvíkingum leygardagin. Zoran Mancic, sum nú er spælandi venjari hjá Royn, spældi í fjør við klaksvíkingum, men hesaferð var tað hann, sum syrgdi fyri at heimaliðið kom fram um tíðliga í dystinum.
Milan Cimburovic legði eitt fríspark inn fyri KÍ-málið, og tætt undir málinum slapp Zoran ótarnaður at stúta bóltin í KÍ-málið. Tað var eitt gott korter farið, og hvalbingar, sum vóru komnir betri frá byrjan, høvdu lagt lunnar undir sigurin.
Tá hálvur tími var spældur økti Royn til 2-0. Eftir eitt KÍ-hornaspark fór Gisli Sveinbjørnsson sjálvur av Royn-hálvuni. Hann snýtti eitt verjumann, helt tí næsta manninum burtur, og tá KÍ-málverjin kom út ímóti, lyfti hann bóltin upp um hann, og umvegis stólpa endaði leður kúlan í meskunum.
So var 2-0 til heimaliðið, og uppgávan hjá gestunum norðan úr Klaksvík var nú so stór, at tað fór at gerast trupult at vinna Royn-leiðsluna innaftur.
Og tað eydnaðist heldur ikki, hóast klaksvíkingar komu nær og í seinna hálvleiki høvdu fitt av spæli.
Í fyrra hálvleiki hevði verjuspælarin Poul Juul Vilhelmsen drønskot á tvørstongini, og aftur í seinna hálvleiki raktu klaksvíkingar træverkið, tað var tá Helmar Lassen royndi seg við skoti. Ein yvirtalsstøða hjá KÍ endaði við at møguleikin varð tveittur burtur, og hóast KÍ legði alt meira fyri í seinna hálvleiki, fingu teir ongantíð bóltin í málið hjá Royn.
Álopssinnaða KÍ-liðið var onkuntíð í seinna hálvleiki fangað á skeiva beininum, tá Zoran Mancic og Milan Cimuborovic sendu skjótálop í gongd. Spælt var skjótt fram til álopsmenninar Allan Michelsen og Gisla Sveinbjørnsson, og teir høvdu fleiri góðar royndir seinna umfar. Men var tað ikki KÍ-málverjin Meinhardt Joensen, sum stóð fyri, so fóru royndirnar fram við.
KÍ-liðið fær nú ein kjans afturat at bjarga liðnum í 2. deild. Í løtuni liggja teir triðaftast, og tá EB/Streymur, við fyrrverandi KÍ-venjaranum Sverra Jacobsen á odda, kemur til Klaksvíkar næsta vikuskiftið, er kravið til heimaliðið sera einfalt. Teir skulu vinna.
Royn beindi við sigrinum burtur allan iva um niðurflyting, og næstu ferð skulu teir spæla móti einum øðrum liði í vanda, tá teir fara á Skála at spæla.









