Fyri lítlari løtu síðani rykti sløkkiliðið út í Havn. Ein fráboðan kom um eld í einum bili, staddur á Hvítanesvegnum nærindis rundkoyringina har.
Sum vakthavandi á løgregluni veit at siga nú, so var talan ikki um stóran eld, men meira um royk, tí har kom nógvur roykur úr bilinum. Hvør orsøkin var, veit mann enn ikki, men tað kann vera so nógv - allarhelst okkurt tekniskt sum ein kortslutningur ella annað, roknar vakthavandi við.
Sum skilst var ein persónur í bilinum, og viðkomandi slapp úr bilinum í øllum góðum, so talan er ikki um nakran mannaskaða.