Spreingingin á oljugoymsluni norðan fyri London sunnudagin var tann harðasta í Evropa síðani seinna heimsbardaga. Ikki minni enn 270 milliónir litrar av ymsum brennievni vóru í tangunum, og fólk, sum búðu 100 kilometrar frá goymsluni, vaknaðu av brestinum. Roykurin var so tjúkkur, at hann sást væl á myndum, sum fylgisveinar tóku sunnudagin.