Stutt fyri nátturða sunnudagin fekk løgreglan í Eysturoynni fráboðan um, at eldur var í einum húsum í Fuglafirði.
Sløkkiliðið kom skjótt á staðið, og teir kundu staðfesta, at talan bert var um royk og ongan eld. Talan var um eitt ventilatiónsanlegg á loftinum, har ein motorur helst varð brendur saman. Nógvur roykur stóðst av hesum, men eldur var eingin. Húsini fingu ongan skaða av tilburðinum.










