Tað var ein roykávaring, sum tøknin á stóru smoltstøðini hjá Bakkafrosti Norðuri á Strond sendi út í kvøld.
Men, tíbetur spældi alt væl av.
Løgreglan sendi bæði sløkkilið og løgreglu á staðið, og í hesum førinum var talan ikki um falska fráboðan.
- Tað vísti seg, at lutur í onkrum maskinaríi var smeltaður, og hetta var nóg mikið til at útloysta roykávaringarskipanina.
Vaktleiðarin sigur, at alt er undir eftirliti á smoltstøðini nú, og tíbetur gjørdist ikki neyðugt at sløkkja nakran eld.
- Eisini henda hendingin vísir, at tað er betur at fara út einaferð ov nógv enn einaferð ov lítið, tá slíkar ávaringarskipanir fara í gongd, leggur vaktleiðarin aftrat.