Roykur steingir skúlar

Í einum indonesiskum landsparti er luftin nú so dálkað, at myndugleikarnir hava kent seg noyddar at lata skúlarnar aftur, samstundis sum fólk hava fingið boð um at hava gassmasku, fara tey útum.

Í einum indonesiskum landsparti er luftin nú so dálkað, at myndugleikarnir hava kent seg noyddar at lata skúlarnar aftur, samstundis sum fólk hava fingið boð um at hava gassmasku, fara tey útum.
Ein talsmaður fyri myndugleikarnar í Vestur Kalimanten sigur, at luftin er so illa dálkað, at sýnið er ikki meiri enn góðar 500 metrar.
Kanningar hava víst, at dálkingin eftir øllum at døma stavar frá skógareldi. Men í Indonesia er tað ikki náttúran, sum festir í skógirnar, men heldur fólk, sum rudda stór skógarøki fyri at útvega sær landbúnaðarjørð.