Roykur skapti ótta

Um hálvgum níggju tíðina í morgun fekk sløkkiliðið fleiri fráboðanir um, at fólk høvdu sæð nógvan royk nærhendis einum húsi í Hoyvíkini.


Bilar frá sløkkiliðnum vórðu alt fyri eitt sendir á staðið, men tá tey komu fram, varð skjótt staðfest, at talan einans var um nógvan royk og ongan eld.


- Nógvi roykurin kom frá einum skorsteini. Tað er so mikið stilt í veðrinum í dag, at roykurin datt niðuraftur, og tískil tyktist tað fyri fleiri bilførarar, at tað møguliga var eldur í húsinum, upplýsir sløkkiliðið fyri in.fo.