Eitt SAS-flogfar, sum var á veg úr New York til Keypmannahavnar, noyddist í nátt at seta seg á Bangor-flogvøllin í amerikanska statinum Maine, tí roykur var inni í ferðafólkarúminum Í flogfarinum vóru 261 ferðafólk, og manningin taldi 11.
Stjórin í Bangor International Airport, Tony Caruso, sigur við fjølmiðlarnar, at bæði ferðafólk og manning eru kannað fyri roykeitran, men hann hevur ikki hoyrt nakað um, at nakar hevur fingið nakað mein av hendingini.
Flogfarið er av slagnum Airbus 330.
Fyri trimum árum síðani hendi júst tað sama einum øðrum flogfari hjá SAS.