Roykur úr lastbili í Sørvági

Fyri løtu síðan fekk løgreglan fráboðan úr Sørvági um, at tað rýkur úr einum lastbili har vesturi.

Vakthavandi sigur við Portalin, at sløkkilið og løgregla eru send á staðið, men í løtuni er ikki greitt, hvussu vorðið er.

- Tað eru fýra minuttir, síðan fráboðanin kom úr Sørvági.

Í gjárkvøldið brendi eisini ein lastbilur í Søldarfirði.

Seinasta:

Vakthavandi sigur nú, at klokkan 11.25 varð eldurin í lastbilinum í Sørvági sløktur, og løgreglan fer nú at kanna, hvat hendi.