Roykur frá Mentamálaráðnum í kvøld

Sløkkiliðið hevur verið á Hoyvíksvegnum í kvøld

Brandstøðin fekk um 18:30 tíðina í kvøld fráboðan um royk í Mentamálaráðnum á Hoyvíksvegnum. Tríggir brandbilar hava verið á staðnum, men talan var ikki um nakað álvarsligt.

 

- Tað vísti seg, at roykurin kom úr einum battaríbanka. Har kom eitt sindur av royki úr, men vit sløktu tað og luftaðu út, sigur átaksleiðari.

 

Sløkkiliðið veit ikki, hvør orsøkin var til roykin úr battarínum, men har var í øllum førum eingin vandi á ferð, og sløkkiliðið var skjótt á staðnum. Tað verður í løtuni enn luftað út í Mentamálaráðnum.

 

Bygningurin hevur eina skipan, sum sendir beinleiðis signal til løgregluna og brandstøðina, um ein detektor fer í gongd.