Royktu leivdirnar av Tupac

Í sanginum “Black Jesus” syngur rapparin Tupac Shakur eitt nú “kremeraður, mítt seinasta ynski, “nigger”, royk mína øsku”.

 

Og tað var júst tað, sum vinur hansara avgjørdi at gera eftir, at rapparin misti lívið í Las Vegas í 1996.

 

-Ja, tað er púra rætt, sigur Young Nobel, sum rappaði saman við Tupac í bólkinum “The Outlawz”, og greiður frá, at ein heilt serlig “joint” varð gjørd, eftir at Tupac varð brendur.

 

Umframt marihuana og øskuna hjá rapparanum, var sigarettin full av øllum tí, sum rapparin var best við.

 

-Vit høvdu eitt minnishald í hansara æru, saman við familju hansara. Vit fóru oman á strondina, og vit løgdu ting í sigarettina, sum hann var glaður fyri, sigur vinurin.

 

Talan var eitt nú um høsnarungaveingir og appelsinsodavatn.

 

-Hann elskaði tað, og tað var okkara farvæl til hansara, sigur Young Nobel við tíðindastovuna wenn.com.

 

Tann 13. September eru tað 15 ár síðani, at rapparin misti lívið.

 

Hetta veit eb.dk í dag.