Roykstovan feirar rundan dag

Í dag er almenn móttøka í Roykstovuni í Klaksvík

Hátíðardagur er á vertshúsinm Roykstovuni í Klaksvík í dag. 30 ár eru liðin, síðani núverandi eigarin, Sigurður Ottóson, yvirtók Roykstovuna 1. mai í 1986, og dagurin verður hildin í dag. 

Roykstovan liggur á Klaksvíksvegi, og hon er eyðkend bæði innan og uttan. Niels í Horni hevur málað landslag á grundina, og innrætningurin er traditionellur.

Roykstovan er opin hvønn dag, og um vikuskiftið eru bæði pubquiz og live-framførslur.

Í dag, leygardag, hevur Roykstovan móttøku frá kl. 17.00. Tá verða myndir sýndir fram, og okkurt ábit verður at fáa. Eisini verður livandi tónleikur.