Patricia Henley byrjaði at roykja sum 15 ára gomul. Í 26 ár roykti hon tríggjar pakkar av Marlboro-sigarettum um dagin. Í 1997 legði hon av, tí heilsan var farin at bila, og stutt eftir staðfestu læknarnir, at hon hevði fingið lungnakrabba.
Hon gjørdi seinni av at leggja sak ímóti fyritøkuni Philip Morris, sum ger Marlboro-sigarettirnar, og mikudagin dømdi ein dómstólur fyritøkuna at rinda henni 200 mió. krónur í endurgjaldi.
Rætturin dømdi Philip Morris at rinda endurgjald, tí fyritøkan hevði ikki ávarað um vandan av royking og fyri at hava dult upplýsingar um, at royking er skaðilig og vanaelvandi.
Undir rættarmálinum vísti Philip Morris á, at at fyritøkan ongantíð hevur sagt, at roykjarar skulu kenna seg tryggar, og at fyritøkan kundi ikki taka ábyrgdina av, at Patricia Henley var farin at roykja.
Endurgjaldið til Patriciu Henley kann tykjast stórt, men tað er lítið samanborið við tað, sum tann 56 ára gamli Richard Boeken fekk viðhald í fyrr í ár. Í tí málinum avgjørdi rætturin, at hann skuldi hava 20 mia. krónur í endurgjaldi. Eisini ta ferðina var tað Philip Morris, sum varð dømt at gjalda.