ES-nevndin hevur samtykt eina kunngerð, sum gevur arbeiðsgevarum loyvi at vraka starvsumsóknir frá fólki við teirri grundgeving, at tey roykja. Tað ber í sær, at í framtíðini kunnu fyritøkur søkja eftir fólki, sum ikki roykja, samstundis sum tær kunnu gera vart við, at umsóknir frá roykjarum verða ikki viðgjørdar, skrivar Berlingske Tidende.
Upprunaliga varð kunngerðin gjørd tíðliga í summar, men ein bretskur limur í ES-tinginum mótmælti, tí hann vildi ikki góðtaka eina lýsing hjá einum írskum arbeiðsgevara, sum søkti eftir roykfríum medarbeiðarum. Men tað hevði arbeiðsgevarin loyvi til, sigur Vladimir Spidla, sum er ES-kommiserur í arbeiðsmarknaðarmálum. Hann vísir í svari sínum á, at ES-reglurnar eru greiðar, tá tað snýr seg um at gera mun á fólki, men at hesar reglur umfata ikki royking.
Írski arbeiðsgevarin, sum søkti eftir roykfríum medarbeiðarum, sigur við bretska blaðið Financial Times, at roykjarar hava fingið so nógvar ávaringar um, hvussu vandamikið tað er at roykja, at hava tey ikki skil fyri at leggja av, eru tey heldur ikki egnað til at arbeiðs hjá fyritøkuni.